Vælkomin til eitt nýtt Kvøldskúlaár

 

Seinasta kvøldskúlaár gingu 245  næmingar í kvøldskúlanum hjá Eysturkommunu. Tá bjóðaðu vit 24 skeið, og í ár fara vit at bjóða stóran part av somu skeiðum út aftur. Harumframt fara vit at bjóða 8 nýggj skeið í ár.

Tilmelding á nýggjari heimasíðu

Sum nakað nýtt, so skal tilmeldast og gjaldast inni á nýggju heimasíðuni hjá kvøldskúlanum: http://kvoldskulin.eystur.fo

Næmingar, ið ætla sær í kvøldskúla í Eysturkommunu, kunnu tekna seg frá 19. september til 5. oktober 2018.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.

------------------

Fríði B. Nielsen, kvøldskúlaleiðari

Tlf.: 730028

Teldupostur: fridi@eystur.fo

Vinarliga, Fríði B. Nielsen, kvøldskúlaleiðari.

 

Kvøldskúla skeið

Niðanfyri sært tú hvørji skeiðsmøguleikar eru í kvøldskúlinum í vetur. Fyri at fáa eitt betri yvirlit kanst tú trýsta her.