Sansa- og motorikbani til spælibørn og spæliforeldur

Kom og bjóða sansunum av, við m.a prikandi, bleytum, slímutum og kitlandi stimuli. Hesa løtuna gera vit ein bana, við fleiri íløtum, sum eru full við ymiskum tilfari, bert til at stimbra tær beru barnaføturnar. Kom eisini og royn motorikkbanan har vit ma. stimbra balansuna.

Fimleikarhøllin verður fylt við ymiskum frá náttúruni. Eisini verða onnur stimbrandi ting, sum vit ikki avdúka beint her. Men kom við og tit kunnu gleða tykkum til tann stórsta sansabanan í Eysturkommunu, sum er gjørdur, bert til barnaføtur.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til hesa serligu løtu. Tað er avmarkað pláss, tí vit ynskja at øll fáa eina góða løtu. Vit mæla til, at børnini eru í løttum klæðum og sokkum, soleiðis at tað er lætt hjá teimum at lata seg úr. Og minnist til at taka skiftiklæðir og handklæði við.

Leygardagin 5. Oktober:              Kl. 09.00-09.45: børn 6-12 mðr

Kl. 10.15-11.00: børn 1-2ár

Kl. 11.30-12.15: børn 2-4 ár

Kl. 12.45-13.30: børn 4-6 ár

Kostnaður fyri hetta er 150kr fyri ein vaksnan og eitt barn. Tað ber til at keypa eyka pláss til ein vaksnan, um tú eisini ynskir at hava bæði foreldur, ommu ella abba, mostur ella fastur við. Tann eyka vaksni kostar 50 kr. MAX 1 eyka vaksin pr. barn.

Undirvísarar eru Carla Josenius Mikkelsen, tlf.: 583871 og Olga K Skorastein, 592941.

Undirvísari: Carla Joesenius

Telefon: 583871

Dato: 05 Okt 2019 - 05 Okt 2019

Dagur/Klokkan: Leygardag ( 00:00 - 00:00 )

Stað: Leirvíkar skúli

Er liðugt

TILMELDING