Tilmelding til kvøldskúlan opin

  • Dato: 05 Sep 2018

  • Nú ber til at tekna seg til kvøldskúlaskeið í Eysturkommunu í vetur. Tilmelding fer fram her á síðuni innan 8. oktober 2018.

    Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikunum.

    Hevur tú spurningar viðvíkjandi ávísum skeiðum, kanst tú ringja til undirvísaran. Hevur tú spurningar viðvíkjandi kvøldskúlanum sum heild kanst tú venda tær til kvøldskúlaleiðaran á tlf. 73 00 28 ella fridi@eystur.fo.