DRAMA (13 ár og eldri)

Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina. Undirvíst verður týsdagar frá kl. 19-21.

Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik. Vit spæla nógv dramaspøl og hava venjingar, sum skulu læra okkum at duga og tora at traðka fram og at fortelja søgur á palli. 

Fyri at tora at framføra sjónleik, er neyðugt kenna seg væl og tryggan. Hetta er høvuðsendamálið á dramaskúlanum.

Í ár fara vit at gera eitt ræðsluhús. Hetta fara vit at arbeiða við fram til februar mánaða, tá ræðsluhúsið fer at hava sýningar. 

NB: Um barnið hevur stuðul í skúlanum, er eisini neyðugt at hava stuðul við á dramaskúlan. 

Undirvísari: Noomi Reinert, tlf.: 228901.

Undirvísari: Noomi Reinert

Telefon: 228901

Dato: 31 Okt 2022 - 04 Apr 2023

Dagur/Klokkan: Týsdag ( 19:00 - 21:00 )

Stað: Losjan Glotti

Er byrja

TILMELDING

YNGRI ENN 15 ÁR
15 ÁR ELLA ELDRI
KVINNA
MAÐUR
* Hesir upplýsingar verða brúktir til hagtøl fyri kvøldskúlan