Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina. Undirvíst verður týsdagar frá kl. 17-19
Í dramaskúlanum lærir tú alt,sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skalt spæla sjónleik. Vit spæla nógv dramaspøl og hava venjingar sum skulu læra okkum at duga og tora at traðka fram og at fortelja søgur á palli.
Fyri at tora at framføra sjónleik, er neyðugt kenna seg væl og tryggan. Hetta er høvuðsendamálið á dramaskúlanum.
NB: Um barnið hevur stuðul í skúlanum, er eisini neyðugt at hava stuðul við á dramaskúlan.
Undirvísari: Noomi Reinert, tlf.: 228901.
Undirvísari: Noomi Reinert
Telefon: 228901
Dato: 31 Okt 2022 - 04 Apr 2023
Dagur/Klokkan: Týsdag ( 17:00 - 19:00 )
Stað: Losjan Glotti