Vilt tú læra at gera heilsugóðan mat og fáa meira at vita um, hvat heilsugóður kostur er. Og hví rigga slankikurar ikki.
Undirvíst verður eisini í protein, feitt, sukurevnir(kolhydratir) og gluten.
Heldur tú, at hettar ljóðar spennandi, so er bara at tekna teg.
Skeiðið verður seks mánakvøld frá kl. 19.00 – 22.00.
Byrjað verður 16. januar 2023.
Undirvísari: Hannilena Jacobsen, tlf.: 756594.
Undirvísari: Hannilena Jacobsen
Telefon: 756594
Dato: 16 Jan 2023 - 24 Apr 2023
Dagur/Klokkan: Mánadag ( 19:00 - 22:00 )
Stað: Gøtu skúli