Okkara autentiski persónur er mangan fjaldur aftanfyri okkara slørutta úttrykk.
At arbeiða við frambering, er fyrst og fremst at arbeiða við dirvinum at taka slørið av og fortelja, hvør ein í veruleikanum er og hvat ein í veruleikanum vil.
At evna at frambera seg meira autentiskt, gevur tær fleiri streingir at spæla uppá.
Brádliga gerst tað, tú bert fram kveikjandi og viðkomandi.
Í staðin fyri at standa úti á síðulinjuni, gerst tú í størri mun ein leikari úti á vøllinum við eini rødd og einum kroppsmáli, sum brennir ígjøgnum.
Og tað besta av øllum; hatta er nakað, sum øll kunnu læra
Undirvísari: Bárður Persson
Telefon: 510575
Dato: 12 Nov 2020 - 17 Des 2020
Dagur/Klokkan: Eftir avtalu
Stað: Losjan Glotti