Tilmelding til kvøldskúlan opin

  • Dato: 25 Sep 2023

  • Nú ber til at tekna seg til kvøldskúlaskeið í Eysturkommunu í vetur. Tilmelding fer fram her á síðuni innan 25. september 2023.

    Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikunum.

    Hevur tú spurningar viðvíkjandi ávísum skeiðum, kanst tú ringja til undirvísaran. Hevur tú spurningar viðvíkjandi kvøldskúlanum sum heild kanst tú venda tær til kvøldskúlaleiðaran á tlf. 73 00 20 ella astridjoh@eystur.fo.