Verja av persónsupplýsingum

Verja av persónsupplýsingum
  •  

    Privatlívspolitikkur hjá kvøldskúlanum í Eysturkommunu (Dátuverndarkunning)
    Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Eysturkommunu at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.  

    Vit taka tína dátuvernd í álvara og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við kvøldskúlan í Eysturkommunu.

     

    1. Vit eru dátuábyrgdari  

    Eysturkommuna er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg í sambandi við kvøldskúlan. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av  persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kommununa 

    Eysturkommuna
    Oyran 2
    512 Norðragøta
    Telefon: +298 73 00 00
    Teldupost: DPO@eystur.fo

    Á heimasíðuni www.eystur.fo sæst, nær skrivstovan er opin.  

     

    2. Nær viðger Eysturkommuna persónupplýsingar um teg

    Eysturkommuna viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi í kvøldskúlanum í Eysturkommunu, harundir tær uppgávur, sum vit, sum kommuna, hava skyldu til at loysa og tær tænastur, kommunan hevur avgjørt at veita tær í samband við kvøldskúlan. 

    Her kann vera talan um nógvar ymiskar tænastur, sum kunnu hava samband við okkurt av skeiðunum, sum til eina og hvørja tíð verða boðin út í kvøldskúlanum í Eysturkommunu .

    Møguliga hevur tú sent kommununi ein fyrispurning, umsókn/starvsumsókn ella kæru í samband við kvøldskúlan, sum ger, at kommunan skal viðgera tað, tú sendir inn sum eitt mál, og hetta hevur við sær, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar. 

    Kommunan kann eisini viðgera eitthvørt mál, sum tú ert partur av, ella hevur áhuga í. Í tílíkum førum verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.  

     

    3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

    Í samband við kvøldskúlatilboð, eru nakrar lógarásettar tænastur og veitingar, sum Eysturkommuna hevur skyldu til at fyrihalda seg til, og tí er neyðugt hjá kommununi at viðgera tínar persónsupplýsingar.

    Ymisk endamál eru við, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

    • Kommunan kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
    • Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grundað á tað myndugleikaútinnan, sum kommunan hevur til uppgávu.
    • Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.

    3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð

    Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum kommunan viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.   

    • Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum  persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
    • Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini. 

     

    4. Sløg av persónupplýsingum

    Í sambandi við kvøldskúlan viðgera vit hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

    • Roknast skal við at Eysturkommuna, fyri tað mesta, viðger vanligar persónupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar, teldupostadressu og aldur, men onkur kvøldskúlaskeið eru,  sum krevja at kommunan viðger persónupplýsingar sum p-tal um kvøldskúlaskeiðið krevur tað, sum til dømis prutlkoyrikort.    

     

    5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

    Eysturkommuna gevur, í útgangsstøðinum, ikki persónupplýsingar víðari, sum kommunan hevur savnað í sambandi við kvøldskúlaundirvísingina.

    Men lærarar í kvøldskúlanum fáa eyðsæð at vita, hvør luttekur á kvøldskúlaskeiðinum, sum tey undirvísa í, og í  ávísum førum er tilmeldingin eisini beinleiðis til lærararnar.  Harumframt er neyðugt, fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, lóg um alment innlit, og lóg um frítíðarundirvísing o.s.fr., at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Talan er tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.  Dømi um hetta kann vera, at Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið fáa m.a. hagtøl um kvøldskúlan, sum til dømis: tal, aldur og kyn á luttakarunum. 

    Samstarvspartar hjá kvøldskúlanum kunnu vera: bókhaldið og kommunuumsitingin, lærarahópurin, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, leiðslan í skúlanum í Eysrturkommunu, húsavørðar, reingerðarfólk og onnur, ið vara av hølum, sum kvøldskúlin brúkar ella hevur ætlanir um at brúka. Eisini samstarva vit við kommunuleiðsluna, mentanartoymið og eitt nú miðlafólk, prentsmiðju, posta o.s. fr.

    Harafturat  nýta vit, í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

     

    6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum

    Eysturkommuna nýtir sum útgangsstøði ikki, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í onkrum førum, so sum til Facebook, YouTube og Issuu har móttakarin er í USA.

    Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

     

    6.1 Eysturkommuna brúkar Facebook

    Eysturkommuna hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar í sambandi við kvøldskúlan. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Eysturkommunu.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.  

    Um tú sært Facebook, er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.   

    Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook. 

     

    6.2 Eysturkommuna brúkar ISSUU 

    Eysturkommuna hevur ein ISSUU brúkara, sum verður brúktur til at vísa prentaðu útgávuna av bóklinginum um kvøldskúlan í eini snøggari útgávu á netinum.  

    Eisini her skalt tú vera vitandi um, at ISSUU savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar ISSUU síðuna hjá Eysturkommunu.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at ISSUU brúkar hesar upplýsingarnar og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.  

    Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá ISSUU.

     

    7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

    Sum áður nevnt, so innsavnar kommunan tínar persónupplýsingar í sambandi við kvøldskúlan, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini vera frá øðrum, sum til dømis beinleiðis frá undirvísaranum, um tilmeldingin er beinleiðis til undirvísaran.  

    Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.

     

    8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

    Eysturkommuna hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

    Sum almennur myndugleiki skjalførir Eysturkommuna post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Eysturkommuna galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.

    Eysturkommuna hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum.  Mál hjá Eysturkommunu verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, eru upplýsingarnar at meta sum strikaðar.

     

    9. Tíni rættindi

    Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

    Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.  Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

    Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).

     

    10. Rætturin til kunning í §§ 23-25

    Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum. 

     

    11. Rætturin til innlit (§ 26)

    Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

     

    12. Rætturin til rætting (§ 27)

    Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

     

    13. Rætturin til striking (§ 28)

    Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál kunnu vera, sum áseta, at kommunan framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar. 

     

    14. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

    Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar. 

     

    15. Rætturin til dátuflutning (§ 31)

    Tú hevur, í summum førum, rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

     

    16. Rætturin til mótmæli (§ 32)

    Tú hevur, í summum, førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

    Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

     

    17. Rætturin at taka samtykki aftur

    Skrásetti kann, til eina og hvørja tíð, taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.   Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

    Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til kommununa á kvoldskulin@eystur.fo ella á telefon 730000

     

    18. Klaga til Dátueftirlitið

    Tú kanst, sambært § 76 í dátuverndarlógini, klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

    Metir tú, at kvøldskúlin í Eysturkommunu ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.   Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

    Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av Kvøldskúlaleiðsluni og Kommunuleiðsluni tann 10.12.2021.